Lyrics Labs
Gátu Ríma Lyrics - Artist : Týr
Gestur villur frá høllini gongur
Blindur er hann og fáur
Møtir hann einum gomlum manni
Allur í hærum gráur

Far tú tær í grasagarð
Og ráð fyri tíni bú
Eg skal mær fyri Heiðrik kong
Og gátur kenni nú

Treðum lættliga dansin
Dagurin skín so fagurliga
Komin er hægst á summarið

Tríati eru gáturnar
Git mær ein av teim
Hvussu eiter sá reyða trumma
Ið slær yvur allan heim?

Vita man eg gátuna
Eg giti tað fyrstu av teim
Toran eitur sá reyða trumma
Ið slær yvur allan heim

Treðum lættliga dansin
Dagurin skín so fagurliga
Komin er hægst á summarið

Vita man eg gátuna
Eg fari ei við tí hátt
Óðin ríður sínum hesti
Bæði um dag og nátt

Óðin gjørdist villini fuglar
Fleyg sær út í hav
Brendi inni Heiðrik kong
Og alt tað lið, har var

Treðum lættliga dansin
Dagurin skín so fagurliga
Komin er hægst á summarið

Copyright © 2009-2024
Privacy policy - DMCA Policy - Contact Us